F80-kappingin 2026

Leygardagin 28. mars 2026 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør OL-skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar OL-skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 46 ár í ár. Umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, er talan eisini um eina sjálvstøðuga kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Í OL-trap fara 6 teir fremstu skjúttarnir at skjóta eina 2022-finalu (upp til 50 dúgvur), og í OL-skeet fara 8 teir fremstu skjúttarnir í eina nýggja 2025-finalu (upp til 36 dúgvur). Hesar skeet-finalurnar eru ikki royndar í Føroyum fyrr.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. mars kl. 20:00.

Múlameistarakappingin 2026

Leygardagin 14. februar verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er aftur í ár skipað sum ein felags kapping, har tað hesuferð verður skotið eitt umfar OL-skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar Doubletrap á 30 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 80, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á Doubletrap.

Byrja verður at skjóta klokkan 10:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 9:30.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 12. februar, kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2026. Annars kostar hon 250,00 kr.

Starvsnevndin

Aðalfundurin 2026

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 14. februar 2026, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 7. februar 2026.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá luttøku við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin

Harukappingin 2025

Leygardagin 25. oktobur 2025 verður seinasta kappingin í ár hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappingin verður skipað sum ein veiði- og sporting kapping. Programmið verður avdúkað leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.

Skotin verða tvey innleiðandi umfør og síðani eitt finalu umfar.

Byrjað verður at skjóta kl. 9:30, og møtt verður í seinasta lagi kl. 09:00, tá ymsu skotplássini verða avdúkað.

Luttøkugjaldið er 350 kr., tó 100 kr. fyri unglingar undir 21 ár, og skal hetta rindast innan kappingina.

Av tí at nøkur av standplássunum eru á grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.

Til harukappingina verður loyvt at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. oktobur kl. 20:00.


Veiðifelagið Byrsumúli

Mikkjalsmessukappingin 2025

Ársins seinasta OL-trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 27. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og alt eftir luttakaratalinum verður eisini ein A-finala (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 350 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin, 26. sept. 2025.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við á styrkilistanum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 25. septembur, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

VBM Gentleman 2025

Leygardagin 6. septembur verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda eini sms-boð til Herleif Hammer á fartlf. 221668 í seinasta lagi hóskvøldið 4. septembur, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 350 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Allir luttakarar í kappingini eru vælkomnir til ein betri bita aftaná, tá grillmeistarin borðreiðir við náta. Kostnaðurin fyri hetta er 150 kr.

Í sambandi við tilmeldingina verður mint á at boða frá, um man bert luttekur til kappingina, ella sum vit vóna, at man eisini luttekur til ábitið aftaná.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00, og skjúttarnir møta á breytini kl. 8.30.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.

Ruddingardagur leygardagin

Leygardagin, 16. august fara vit at rudda á breytini. Vit fara at rudda upp í nýggja og gamla húsinum, eins og vit rudda túnini og skúrarnar, og fara at beina sum mest av óruddi burtur.

Byrjað verður við morgunmati kl. 9. Okkurt verður eisini til matna á middegi.

Heitt verður á allar limir okkara um at møta mannsterk til ein hugnaligan og sosialan dag. Onnur eru sjálvandi eisini vælkomin. Um ikki ber til at luttaka allan dagin, er man eisini vælkomin at vera við fyrrapart (kl. 9-12) ella seinnapart (kl. 12-15). Ongin skjóting verður á breytini hendan dagin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum á breytini leygardagin.

Nevndin