VBM Gentleman 2026

Skotin verða 3 umfør á 25 dúgvur. Síðan fara 5 teir fremstu í eina M-finalu, sum er eitt eyka umfar, sum verður lagt afturat innleiðandi tølunum. Í niðaru helvtini fara 5 teir fremstu at skjóta eina A-finalu, sum eisini verður løgd afturat teirra innleiðandi tølum. Byrja verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.30.

Úrslitini frá kappingini síggjast her: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1zidVhKz3MYccx9XN2SMtIll2mHlkK25pS7JE5XTh3l0/edit?usp=sharing

VBM Gentleman 2026

Leygardagin 19. septembur verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda eini sms-boð til Herleif Hammer á fartlf. 221668 í seinasta lagi hóskvøldið 17. septembur, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 350 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.30, og skjúttarnir møta á breytini kl. 9.00.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.

Tórshamar Open 2026

Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur leygardagin 25. juli og tvey umfør á 25 dúgvur sunnudagin 26. juli. Sunnudagin verða síðani skotnar finalur, har átta teir fremstu í skeet og trap fara í eina meistarafinalu sambært galdandi ISSF-reglum, og hinir skjóta eina A-finalu á 24 dúgvur í skeet og 25 dúgvur í trap.

Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag.

Úrslitini frá kappingini síggjast her: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1_iif9KICYwvNEB0oCPxFOAxIamiI1ZvrTVQcajyR6Xs/edit?usp=sharing

Tórshamar Open 2026

Leygardagin 25. og sunnudagin 26. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Um luttakaratalið loyvir tí, verða nýggju 8-mans finalurnar skotnar í Meistarabólkunum í báðum greinum. Alt eftir luttakaratali verða finalur eisini í A-bólkum.

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot. Um ein ikki hevur stundir at vera við til ruddingina, hevur ein heldur ikki stundir at skjóta.

Kostnaðurin fyri kappingina er 800 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Lutakast verður um eitt gávukort uppá ein flogferðaseðil á 4.000 kr. millum allar skjúttar, sum hava luttikið í kappingini, umframt at aðrir góðir vinningar eisini eru at vinna.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 22. juli, kl. 20, við upplýsing um navn, felag ein umboðar, og hvørt ein luttekur í skeet ella trap. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

Simme Cup 2026

Leygardagin 16. mai verður 15. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og skotin verða fýra umfør (100 dúgvur). Fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2026.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum; 6 skjúttar í trap og 8 skjúttar í skeet. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2026.

Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu fýra umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part. Stendur á jøvnum í hesum umfarinum, verður vinnarin funnin við at telja aftureftir í innleiðandi kappinginin.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísur fyri kapping: 450 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.

Prísur fyri ábit: 150 kr.

Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 13. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.

Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.

Breytin er opin hósdagin, Kristi himmalaferðardag kl. 13-17 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.

F80-kappingin 2026

Leygardagin 28. mars 2026 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør OL-skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar OL-skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 46 ár í ár. Umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, er talan eisini um eina sjálvstøðuga kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Í OL-trap fara 6 teir fremstu skjúttarnir at skjóta eina 2022-finalu (upp til 50 dúgvur), og í OL-skeet fara 8 teir fremstu skjúttarnir í eina nýggja 2025-finalu (upp til 36 dúgvur). Hesar skeet-finalurnar eru ikki royndar í Føroyum fyrr.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. mars kl. 20:00.